BMW-fjepparar í Føroyum hittast sunnudagin

Aftur í ár skipar BMW Føroyar fyri BMW-treffi fyri øllum BMW áhugaðum í Føroyum.

Treffið verður hildið 21. august klokkan 18-21 í Smiðjugerði 4 – í hølunum hjá Nordcar, sum er BMW umboð í Føroyum.

 

– Í fjør var undurtøkan fyri treffinum sera góð, og ætla vit tí aftur í ár at endurtaka tiltakið í líknandi hami – tað vil siga við raðkoyring, dekksparki og ókeypis pylsum og kaffi, siga fyrireikararnir.

 

BMW Føroyar er áhugafelag fyri fólk sum annaðhvørt eiga ella á annan hátt hava áhuga fyri BMW. Endamál felagsins er at økja um áhugan fyri BMW í Føroyum og at skipa fyri felags tiltøkum – so sum felagstúrum, treffum og so framvegis.

 

– BMW bilar eru eyðkendir fyri sínar góðu og dynamisku koyrieginleikar umframt at seta bilføraran í miðdepilin, siga fyrireikararnir.

 

BMW Føroyar er einasta biláhugafelag í Føroyum, sum bert hevur eitt ávíst bilmerki sum felagsnevnara. Felagið hevur 570 limir, og samskifta limirnir fyrst og fremst á Facebook-bólkinum “BMW Føroyar”.

 

Raðkoyringin byrjar úr tveimum støðum hendan dagin, og hittast allir bilarnir í Kollafirði klokkan 17:00. Síðani verður koyrt til Havnar og út á Nordcar.

 

BMW bilar vestanfrá møta við FK í Miðvági, og BMW bilar norðranfrá møta í Skálafirði.