Tvey fólk, sum starvast á ísraelsku sendistovuni í USA, eru dripin í Washington, D.C.
Tað skrivaði amerikanski innanríkisráðharrin, Kristi Noem, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X tíðliga í morgun okkara tíð.
Tey vórðu dripnir nærhendis Capital Jewish Museum, stendur í fráboðanini.
- Vit kanna aktivt og arbeiða við at fáa fleiri upplýsingar, sum vit kunnu deila, skrivar ráðfrúan.
Ein 30 ára gamal maður er handtikin í sambandi við málið. Tað sigur løgreglustjórin í Washington D.C., sambært tíðindastovuni Reuters.
Tað snýr seg um 30 ára gamla Elias Rodriguez.
Sambært løgreglustjóranum sást hann ganga aftur og fram uttan fyri Jødiska savnið, áðrenn skottilburðurin fór fram.
Hann skal eisini hava rópt "Free, Free Palestine", sum kann týðast til "frígerið Palestina".
Samleikin hjá teimum báðum ofrunum er ikki kendur beinanvegin. Tað er heldur ikki greitt, hvørjar starvsfunktiónir tey røkja á sendistovuni.
Amerikanski løgmálaráðfrúan, Pam Bondi, var til staðar uttan fyri Jødiska savnið tíðliga hósmorgunin, skrivar hon í einum uppslagi á X.
Talan er um eina "ógvusliga skjóting", skrivar hon.
Sambært amerikanska miðlinum CNN sigur ein talsmaður fyri ísraelsku sendistovuna, at sendiharrin hjá Ísrael í USA var ikki til staðar, tá skottilburðin fór fram.
Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, skrivar miðilin.
Ísraelski ST-sendiharrin, Danny Danon, ger eisini viðmerkingar til X-skjótingina.
Hetta er ein "siðspillandi antisemitisk yvirgangsgerð", skrivar hann.
- At skaða jødiska samfelagið er at fara yvir eina reyða linju. Vit eru vís í, at amerikanskir myndugleikar fara at taka harðlig stig móti teimum, sum hava ábyrgdina av hesi brotsgerð.
- Ísrael fer framhaldandi at virka avgjørt fyri at verja sínar borgarar og umboð - allastaðni í heiminum, skrivar Danon.
Ted Deutch, framleiðandi stjóri í amerikansku jødisku nevndini, sigur við CNN, at felagsskapurin var vertur fyri einum tiltaki, sum varð hildið á jødiska savninum mikukvøldið.
- Vit eru ørkymlað av, at ein ósigurlig harðskapsgerð fór fram uttan fyri savnið, sigur hann.
/Ritzau/