BMW X5 til brattlendi og motorvegin

BMW bilverksmiðjan setti sær høg mál, tá teir komu við X5, ið trekkjur á øllum fýra hjólunum og skal klára seg í brattlendi og á motorvegnum. Hesir bilar verða vanliga nevndir SUV (Sports Utility Vehicle), men BMW kallar X5 fyri SAV (Sports Activity Vehicle).

Magnus Gunnarsson


Sum ein persónbilur at koyra

Frá BMW verður sagt, at teir ikki hava gjørt nakra neyðsemju viðvíkjandi koyrieginleikunum, tí X5 skal vera líka so góður at koyra, sum teir stóru BMW bilarnir vanliga eru tað.

Hetta ljóðar mótsigandi, men tað letur seg gera, tá X5 ikki er ein jeepur burturav. Bilurin hevur permanent trekk á øllum fýra hjólunum, har 62 prosent av kraftini verður yvirførd til bakhjólini og 38 prosent til forhjólini.

Tað er ein undarlig kensla at seta seg við rættið á X5. Alt virkar sum á einum vanligum BMW. Munurin er, at tú situr hægri og útsýnið verður harvið betri.

Tann automatiska stillingin av hæddini ger, at bilurin altíð hevur somu hædd og flýtur beint, um hann er lessaður.


Vørubilur við dieselmotori

4.4 litra V8 motorurin er so ljóðleysur, at hann næstan ikki hoyrist.

X5 fæst eisini við einum 6 syl. 3.0 litra dieselmotori. Tann bilurin kostar her hjá okkum sum vørubilur 487.000 krónur harav kr. 96.000 eru mvg.

BMW X5 hevur fingið so góða móttøku í USA, at BMW hevur ætlanir um at gera ein X7 til ár 2004 og ein X3 til 2005.

Aðrir vilja eisini hava ein bita av køkuni. Nú eru Audi A6 Allroad og Volvo V70 XC komnir á marknaðin, og Saab hevur ætlanir um ein frítiðarbil av hesum slagnum.