Boðar frá ódnarveðri á páskum

Sum sær út í løtuni, fáa vir ein ordiligan umgang á páskum

Sum støðan er nú, loysir tað seg ikki at leggja ov nógvar ætlanir fyri páskirnar. Tí sum veðurvánirnar eru beint nú, verður rættiligt ódnarveður bæði páskadag og annan páskadag.

Tann veðurkøni Hanus Kjølbro, sigur, at Føroyar liggja í klemmu ímillum eitt hátrýst sunnan fyri Ísland og eitt lágtrýst norðaliga í Noregi og í roynd og veru liggja vit mitt í tí ringasta.

Men sum tað sær út í løtuni, verður rættiligur stormur, einar 25 metrar um sekundið í miðal, bæði páskadag og annan páskadag. Og tá ið vindurin er 25 metrar um sekundið í miðal, eru hvirlurnar nakað nógv harðari enn tað.

– Sum veðurvánirnar eru nú, sær páskadagur út til at byrja væl, men so brestur hann á sum eitt skot nakað út á seinnapartin ella tíðliga um kvøldið við stormi, einar 25 metrar um sekundið av útnyrðingi og útnyrðingi norði, og við kavaroki, sigur Hanus Kjølbro.

Tað sær út til, at tað ringasta verður páskakvøld til nakað út á náttina.

Men hann sigur, at tað ringa veðrið mest sum heldur sær til út á annað páskadag, og tað verður ikki fyrr enn út á annað páskakvøld, at hann fer niður um 15 metrar um sekundið í miðal.

Hanus Kjølbro sigur, at hetta eru veðurvánirnar, sum tær eru beint nú. Men hann leggur kortini dent á, at tað eru seks dagar eftir, so støðan kann broytast nógv til tá.

– Tað er líka ofta, at ein seks daga gomul veðurforsøgn slett ikki heldur, sum at hon heldur, sigur hann.