Skipasøla
Reiðaríið hjá Boðasteini í Fuglafirði lýsir skipið til sølu, um hóskandi boð fæst. Einki annað skip er í kikaranum kortini, sigur Sigurd Simonsen, reiðari.
Tað er vanligt at hava skip standani á sølulista alla tíðina. Og Boðasteinur hevur eisini staðið á sølulista uttanlands. Men tá hevur tað altíð verið uttan fiskiloyvi. Nú hann verður lýstur til sølu í Føroyum, er tað hinvegin við fiskiloyvi, sigur reiðarin.
Boðasteinur er størsti føroyski ísfiskatrolarin og hevur roynt á djúpum vatni undir Føroyum, umframt at hann hevur roynt eftir búrfiski sunnan fyri og seinasta summar eisini í Barentshavinum, har hann fiskaði av polskari kvotu, sum reiðaríðið hevði keypt.
Boðasteinur er í løtuni á búrfiskaveiðu suðuri í Atlantshavi. Sigurd Simonsen sigur, at teir hava bara gjørt ein stuttan túr. Teir fiskaðu bara í tríggjar dagar og rýmdu so fyri veður. Teir høvdu eini 30 tons, sum vórðu seld í Fraklandi fyri 28,- krónur kg. Veiðan varð løgd upp í Milfordhaven í Wales og haðani flutt við bili til Fraklands. Tað styttir siglingartíðina eitt samdøgur hvønn vegin, sigur reiðarin, meðan tað bara tekur einar 10-11 tímar at koyra.
Annars letur Sigurd Simonsen, reiðari á Boðasteini, at, at fiskiskapurin eftir búrfiski er í minking. Búrfiskur verður gamal fiskur. Hann livir á djúpum vatni, og veksur tí sera seint. Av tí sama er hann gamal, áðrenn hann gýtir, og tí eisini viðbrekin sum stovnur.
Um fiskiskapin í Barentshavinum í fjør, sigur reiðarin, at teir keyptu kvotu frá polakkum og skrásettu síðan skipið í Pólandi undir navninum Patricia 9. Undan hesum hava eitt nú Skálaberg og onkur annar føroyskur trolari itið Patricia við einum tali afturút, alt eftir, hvussu nógv árini eru liðin, síðan tann fyrsti keypti kvotu frá polakkum.
Komandi summar fer so Boðasteinur aftur at fiska av hesi kvotu, og av tí, at hetta verður tíggjunda árið, føroyingar royna hetta, man hann helst fara at eita Patricia 10 í summar.