Leygardagin boðaði ein maður alarmsentralinum frá, at hann var illa fyri, lá á gólvinum og at honum tørvaði hjálp í stundini. Hann boðsendi tí sjúkrabilinum at koma á staðið og hjálpa sær. Talan var um ein miðaldrandi mann um fjøruti ára aldur, sum gev hesi boð.
Portørarnir fóru beinanvegin norður til Hvalvíkar at kanna málið. Tá teir komu til bygdina, varnaðust teir, at einki var galið við manninum.
Tí kom løgreglan eisini á staðið, og maðurin varð handtikin. Tá hann gjørdist edrúur aftur, varð hann avhoyrdur. Hann hevur viðgingið seg sekan í at boðsenda sjúkrabili uttan orsøk.
Hann er skuldsettur og kann vænta sær eina lutfalsliga stóra bót fyri gerðina. Maðurin var dýrandi fullur, tá hann ringdi eftir hjálp, og hann uppgav skeivt navn og telefonnummar.
Í kirkju á nátt
Leygarnáttina fekk løgreglan fráboðan um, at høvuðsdyrnar í Vesturkirkjuni stóðu á víðan vegg, og at fólk var inni.
Løgreglan fór á staðið og har vóru fleiri ungfólk inni í gongini. Dyrnar stóðu ólæstar, og tey vóru tí farin inn, og har høvdu tey tveitt sálmabøkur um alt gólvið. Tey sluppu við eini ávaring, og onkur kom at læsa dyrnar í kirkjuni.
Somu nátt var innbrot í einum sethúsum í Hoyvík. Tveir ávirkaður menn høvdu brotið inn og lagt seg at sova í húsinum. Teir vórðu handtiknir og eru skuldsettir.