Boðaðu løgregluni frá at tey sóu dronu yvir Skálavík

Í gjárkvøldið klokkan gott 20 varð boðað frá, at tey sóu eina dronu í Skálavík

Tað sum tey hildu vera eina dronu var allarhelst tyrlan hjá sjóverjuni

Tað var klokkan 20:15 í gjárkvøldið, at fólk í Skálavík boðaðu frá, at tey sóu eina dronu flúgva yvir Skálavík.

 

Løgreglan fór á staðið, men sá onga dronu. Tað vísti seg tó, talan allarhelst hevur verið um tyrluna hjá Sjóverjuni, sum hevði verið við í eini venjing hjá eini enskari fregatt, og í tí sambandinum hevur flogið uppi yvir Skálavík.

Meira var tí ikki gjørt við tað málið.

 

 

Tað sum tey hildu vera eina dronu var allarhelst tyrlan hjá sjóverjuni