Føroyar skifta liðformann

Odmar Færø verður fremstur, tá ið landsliðið í kvøld fer at ganga inn á Tórsvøll

Mynd: FSF

Tað verður nýggjur liðformaður á føroyska liðnum í kvøld, tá ið Føroyar og Montenegro fara at spæla HM undankappingardyst á Tórsvølli.

 

Hallur Hansson hevur fleiri tey seinastu árini verið liðformaður, tá ið hann er tøkur. Tá ið Hallur Hansson ikki hevur verið tøkur, hevur Viljormur Davidsen verið liðformaður, og tá ið Føroyar 8. september vunnu 1-0 í Gibraltar, var Brandur Hendriksson Olsen liðformaður.

 

Brandur var liðformaður, tí Hallur og Viljormur ikki vóru tøkir, og tí Odmar Færø var leikbannaður.

 

Síðani Eyðun Klakstein fyri einum ári síðani setti seg í venjarasessin, hava hesir fýra havt bindið um armin. Hallur er so at siga skipari, Viljormur er yvirstýrimaður, og so er Odmar 1. stýrimaður og Brandur 2. stýrimaður.

 

Hallur er ikki førur fyri at spæla í kvøld. Viljormur er ikki millum teir fyrstu ellivu, og í kvøld er Odmar aftur millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann var leikbannaður í Gibraltar.

 

Odmar hevur onkra ferðina verið liðformaður síðsta partin av dystinum, men hetta verður fyrsta ferðin, at hann frá fyrsta bríksli hevur bindið um armin.

 

Í kvøld fer 35 ára gamli Odmar Færø – allahalgannadag verður hann 36 – at umboða føðilandið fyri 67. ferð. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í 2012, tá ið hann spældi við B36 og var á landsliðnum í vinadysti í Íslandi. Tað var 15. august, og Ísland vann 2-0 á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

 

Mynd: FSF