Boeing skal eisini byggja næsta Air Force One

Amerikanska flogvápnið hevur sett av milliardir til at skifta út tey flogfør, sum amerikanski forsetin nýtir.

 

Amerikanska verksmiðjan Boeing hevur tryggjað sær heiðurligu uppgávuna at lata tey nýggju flogførini, sum eru kend við navninum Air Force One, og sum eru til amerikanska forsetan at nýta.

 

Tey bæði nýggju flogførini verða grundað á Boeing 747-8 jumbojet, verður sagt úr amerikanska verjumálaráðnum.

 

Virðið á sáttmálanum verður ikki upplýst, men amerikanska flogvápnið hevur upplýst, at tey hava sett av 1,65 milliardir dollarar ella 11,4 milliardir krónur til endamálið.

 

Tað var væntandi, at Boeing skuldi fáa uppgávuna. Einasta alternativið var ein A380 frá Airbus – evropiski kappingarneytin hjá Boeing.

 

747-8 er einasta kommersiella flogfarið hjá Boeing við fýra motorum, sum veitir ein eyka flogtrygd í mun til tey vanligu sløgini við tveimum motorum.

 

Jumbojettin hevur verið flaggskipið hjá Boeing í mannaminni, men verða nú mest nýtt sum farmaflogfør, tí brennievnisnýtslan er ov vánalig samanborið við tey mest modernaðu ferðafólkaflogførini.

 

Tey flogførini, sum amerikanska flogvápnið nýtir til at flúgva forsetan við, eru eisini serútgávur av einum jumbojet. Tey eru frá fyrst í 1990'unum og nærkast teimum 30 árunum, og skulu tí skiftast út.

 

Air Force One er eitt tað mest kenda og sjónliga eyðkenni fyri USA úti í heimi, og legði í nítiárunum navnt til kenda actionfilmin við Harrison Ford í høvuðsleiklutinum sum forsetin, sum stríddist við eysturevropiskar flogrænarar.