Børn skulu ikki hava snildfon

Ung heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um, at børn og ung undir 15 ár ikki skulu hava loyvi at hava snildfon við interneti ella at stovna kontur á sosialum miðlum.

Hetta er eitt av teimum níggju uppskotunum, sum koma fyri Ungdómstingið í komandi viku.

 

Uppskotið eiga næmingar í Skúlanum á Løgmannabreytm Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal og Bára Biritudóttir Biskopstø. Tær vilja hava aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum. Í viðmerking til uppskotið siga uppskotssetararnir, at børn og ung brúka ov nógva tíð á skermi, og tað ger, at tey fáa minni tíð til at vera saman við vinum, spæla úti og læra. 

 

– Fleiri kanningar vísa, at ov nógv skermbrúk kann geva angist og gera tað torført at hugsavna seg í skúlanum, siga næmingarnir.

 

Uppskotssetararnir mæla tí til, at reglur verða gjørdar fyri at verja børn og ung móti skaðiligum árinum av ov nógvum skermbrúki og sosialum miðlum og at styrkja trivnað og felagsskap millum ung í Føroyum. Mælt verður til, at tað við lóg verður ásett, at børn og ung undir 15 ár ikki hava loyvi at hava snildfon við interneti ella at stovna kontur á sosialum miðlum. Eingin lóggáva hevur ásetingar um hetta, sum er. Ein slík lóg eigur at vera galdandi fyri øll børn og ung undir 15 ár, sum búgva í Føroyum. Mett verður ikki, at ein slík lóg hevur almennar útreiðslur við sær, men tað krevur samstarv við foreldur.

 

Lesið eisini: Tey ungu hava ongan livandi kjans um foreldur ikki vegleiða tey

 

Víðari verður sagt í viðmerkingunum, at skúlin er samstarvspartur í hesum, tí skúlin má handhevja hesar reglur, av tí at børn og ung eru ein stóran part av degnum í skúla. Í Danmark er ein tílík lóg møguliga ávegis.

 

– Latið okkum eisini taka hetta í álvara her í Føroyum. Tað er alneyðugt við reglum um nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum, tí børn og ung hava alt ov stórt fokus á telefonir og appir. Ein tílík lóg kann hjálpa føroyskum børnum og ungum at fáa betri sálarheilsu og styrkja trivnaðin millum børn og ung.

 

Síðst í viðmerkingunum verður sagt, at hugsandi er, at nakrar útreiðslur verða fyri telefyritøkurnar í sambandi við íverksetan av aldursmarkinum, men hesar verða tó avmarkaðar. Fyrimunirnir eru nógvir, eitt nú betri trivnaður og meira tíð til ítriv, lættari hjá foreldrum at seta mørk og minni trýst á foreldur at geva børnum snildfon, og at enda færri sálarligar trupulleikar, sterkari felagsskap og betri trivnað.

 

Uppskotssetararnir ganga í 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt.

 

Kelda: Skúlablaðið