info
Ongi úrslit

Eiga at brúka tilfeingið sum vit hava í Føroyum

Durita Hansen hevur seinastu fýra árini framleitt og selt føroyskt urtate. Hon heldur, at tað hevur týdning, at vit brúka tilfeingi sum er til matna, og í Føroyum er nógvur vøkstur sum hóskar væl til urtate

Nanný Toftegaard
27. januar 2026 kl. 09:08

Durita Hansen hevur altíð havt áhuga í at rokast úti í urtagarðinum, men hugskotið kom, tá hon hevði verið á skeið í Grøna háskúlanum á Sandi.

Skeiðið vardi í tveir mánaðir og snúði seg um, hvussu tilfeingi í náttúruni kann gagnnýtast.

– Tá eg hevði verið har og kom aftur, fór eg at hugsa, hví er tað eingin sum ger te í Føroyum? Øll drekka kaffi ella te.

Durita var liðug við barnsburðarfarloyvi og hevði hug at hava sonin heima nakað afturat.

– Eg leitaði eftir onkrum at gera, so at eg kundi tjena eitt sindur av pengum, so eg kundi vera longri heima við honum, eg hevði ymiskt hugskot, sum eg royndi av.

Myndin er ikki tøk

Hon søkti Vinnuframa um stuðul, soleiðis at hon kundi fara í gongd, og í januar 2022 bleiv fyritøkan, URT, sett á stovn. Fyritøkan framleiðir í høvuðsheitum trý sløg av te, og tvær ferðir um árið eitt serlig slag av te, sum fast í avmarkaðari nøgd. Tá hon fór at menna vørurnar, gekk hon nógvar túrar at kunna seg um plantur.

– Eg las um planturnar, kannaði eina fyri og aðra eftir. Vit mangla avgjørt ikki plantur. Eg tók øll sløgini sum eg sá, fann útav hvat tað var og royndi, hvussu tær smakkaðu. Eg tosaði eisini við fólk, og skrivaði alt niður í eina bók. Tær flestu hava ein grønan keðiligan smakk, men summar smakka ordiliga væl, eitt nú nota, og mint.

Tí er tað í høvuðsheitum nota og mint sum verður brúkt, men eisini kannubjølla, hylliblóma, lyngblóma og aðrar plantur. Í eysturbýnum í Havn hevur Durita Hansen ein teig, har veksur minta, og fleiri av plantunum vaksa vilt.

– Eg havi nøkur støð á Sandoynni, har eg sleppi at heinta.

Myndin er ikki tøk

Fyri einum ári síðani flutti Durita til Skopunar. Ætlanin er at hava nógvan vøkstur í urtagarðinum.

– Urtagarðurin er mín verkætlan nú. Nógv veksur væl í Føroyum, og eg vil fáa alt at vaksa sum eg kann. Vit fara eisini at gera eitt vakstrarhús.

Ætlanin er eisini at gera ein løgggildugan køk at turka planturnar í. Planturnar verða turkaðar í 18-24 tímar. Inntil køkurin er liðugur leigar Durita løggildugar køkar í Havn. Ser teið verður gjørt heima, og tí er tað frámerkt at vera óløggildugt.

Selur um allan heimin

Durita Hansen heldur, at tað hevur týdning at brúka tilfeingið sum er í føroysku náttúruni.

– At vit fáa tættari samband við náttúruna er eitt rák, sum vit síggja allastaðni. Eitt nú át eg føroyskan mat hvønn dag í fjør, tað ber væl til.

Frá byrjan hevur teið verið væl móttikið. Sølan er mest um summarið, tá ferðafólkini vitja, og áðrenn jól.

Myndin er ikki tøk

– Eg havi fastar kundar, eisini útlendingar sum bíleggja á nethandlinum. Eg royni at umseta heimasíðuna so hvørt, men tey finna eisini runt á føroyskum.

Vørurnar vera sendar til Amerika, ymsastaðni í Europa og um næstan allar Føroyar.

– Í Føroyum havi eg selt til næstan allar oyggjarnar, men eingin hevur enn keypt á Sandoynni, sigur Durita og flennur.

Afturat nethandlinum verður teið selt í Ress, Omaná, Paname, Østrøm, Hotel Føroyum og hjá Norðoya Kunningarstovu.

Myndin er ikki tøk

– Tað hevur verið til sølu á fleiri støðum, men nú eru tey ikki so nógv, tí eg fái ikki fylgt við í framleiðsluni.

Durita Hansen er glað fyri samstarvið við Ress, sum er vælveruhúsið uppi á Hotel Føroyum.

– Tað hóskar væl saman, tað er sissandi at drekka te. Hetta hevur nakað við ein lívsstíl at gera, og hetta hóskar eisini til damur sum gera eitt nú yoga og dippa.

Greinarøð í Sosialinum um íverksetarar.

Les eisini um: 

Fjord in.fo - fyrst og fremst

Spinnaríið við Ánna in.fo - fyrst og fremst   

Caféina á Mølini in.fo - fyrst og fremst

Myndin er ikki tøk
 

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava mammografi niður til 45 ella 40 ár

5 minuttir síðan
Lýsingagrein

Faroe Sheep í Sandavági selur vørur úr seyðaskinni

53 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrireikingar til jólini eru í gongd

1 tími síðan
Tíðindi

Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava veiðigjaldið at fylgja veruliga fiskaprísinum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Brutto lønar­hækkan­/pen­­sjóns­hækkan fyri 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

370.000 ukrainar í streymloysi eftir russisk álop

2 tímar síðan
Tíðindi

Lidegaard frí­kend­ur í æru­meið­ing­ar­máli móti Messer­schmidt

2 tímar síðan
Tíðindi

Eyði Horsdal og bólkur spæla í Listastovuni

3 tímar síðan
Annar ítróttur

Small States of Europe Team Championship 2026

3 tímar síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkar­tunnil: Borað verður seint í 2027 ella tíð­liga í 2028

3 tímar síðan
Tíðindi

Øll partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni

3 tímar síðan