Bøta skaðan aftur hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Johan Dahl hevur ásannað, at talan var um eitt mistak

Tað er nú alt sum bendir á, at játtanin til Ráðið fyri ferðslutrygd verður ikki skerd næsta ár.

Tað kom dátt við hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd tá ið fíggjarlógin varð løgd fyri tingið tí har stóð, at næsta ár skuldi játtanin til Ráðið fyri Ferðslutrygd lækka 200.000 krónur, úr einar millión niður í 800.000 krónur.

Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd tóku tey hetta sum eitt tekin frá samgonguni um, at ætlanin er at niðurlagað stovnin spakiliga.

 

 

Í eini fráboðan segði Ráðið fyri Ferðslutrygd, at játtanin á eina millión er so tepur, at tað stendur á at røkka endamálinum.

Og verður játtanin nú verður skerd 200.000 krónur, verður tað nærum ógjørligt.

Tvørtur ímóti hava tey sæð fyri sær, at tørvur er á at víðka virksemið fyri betri at kunna røkka endamálinum við RFF.

- Men við boðskapinum um skerda játtan til RFF í 2015, verður tann parturin av ongum.

 

 

- Tað er greitt, at vit koma ikki sovandi til tryggari ferðslu. Skulu vit bjarga fleiri lívum, krevur tað, at fleiri partar áhaldandi arbeiða við nullhugsjónini fyri eyga, segði Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

- Tað er ørkymlandi, at ætlanin er at skerja játtanina til RFF 20 prosent, eisini tá ið hugsað verður um, at verandi Ferðslutrygdarætlan fer at ganga út í 2015 og at arbeiðið við at gera nýggja ætlan skal setast í verk.

 

- Hetta kann illa uppfatast sum annað enn eitt skot fyri bógvin fyri trygdina í føroysku ferðsluni, segði Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

 

Málið endaði eisini í løgtinginum, har Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi landsstýrismanninum í ferðslumálum, Johan Dahl, hvør ætlanin er.

 

Johan Dahl svaraði stutt og greitt, at talan var um eitt mistak og hann vissaði tí Løgtingið um, at eingin ætlan var um at skerja játtanina til ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

 

Og nú hevur hann eisini víst í verki at hann meinti tað, tí nú fíggjarlógin er til viðgerðar, hevur hann sent fíggjarnevndi eitt nýtt uppskot, har hann biðjur um, at játtanin til  Ráðið fyri Ferðslutrygd verður hækkað 200.000 krónur, soleiðis at hon verður tann sama næsta ár sum hon er í ár.