Bogi afturvaldur sum formaður

Eingin broytingar bleiv framd í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá arbeiðsgevararnir møttust til aðalfund í farnu viku. Tað skrivar industry.fo.


Á aðalfundinum stóðu teir tríggir nevndarlimirnir Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen og blivu teir allir afturvaldir.


Nevndin heldur eisini fram óbroytt og er hon sostatt mannað við Boga Jacobsen, ið er formaður, Høgna Hansen, ið er næstformaður, Kristoffur Laksá, Atli Gregersen, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Jón Sigurdsson og Árni Ellefsen, ið allir eru nevndarlimir.