Sunnudagin, 30. juni, fyllir Bogi Ellingsgaard í Havn 70 ár.
Bogi, sum er ættaður úr Havn, men uppvaksin í Mykinesi, kom til Havnar sum 14-15 ára gamal og fór í læru sum elektrikari hjá Einari Mikkelsen.
Fleiri minnast kanska Boga sum tann óføra fimleikaran, sum vit eisini síggja á myndini, sum er frá eini av fyrstu fimleikarframsýningunum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn fyrst í sjeytiárunum – har hann stendur á hondunum á hestinum.
Bogi Ellingsgaard man vera eitt gott dømi um, at fimleikur gongur í arv, tí pápi hansara, Poul Ellingsgaard, var eisini góður fimleikari og føroyameistari einar tríggjar ferðir. Eisini abbadøturnar eru kendir fimleikarar í Havnar Fimleikafelag og hava júst umboðað Føroyar til heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki í Finnlandi.
Hóast Bogi fór ungur úr Mykinesi, so hevur hann vitjað nógv aftur hagar. Hann hevur verið har á hvørjum heysti á fjalli. Bogi og konan Julianna hava hús har vesturi. Barnaheimið hjá Boga er selt, men tey hava húsini hjá mammu Julionnu, sum eisini búði í Mykinesi.
Í Havn sæst Bogi hvønn morgun í svimjuhylinum, har hann og aðrir havnarmenn loysa heimstrupulleikarnar í hitarúminum.
Bogi giftist við Jóhonnu í 1964. Tey búgva á Spógvavegi í 22 í Havn. Tey fingu fýra børn. Páll var elstur. Hann doyði í fjør. Hini eru Benadikt, Jón og Salvør.
Sunnumorgunin frá klokkan 10 bjóða tey til brunsj í heiminum á Spógvavegi.