Bogi gjørdi bart

Landsliðsspælarin var høvuðsleikari, tá ið NSÍ við sannførandi 5-1 sigri helt tørn um sína støðu í toppinum og syrgdi fyri, at 07 Vágar framvegis er á niðurflytingarplássi

Fótbóltur

 

5-1 til NSÍ. Tølini lúgva ikki. Talan var um sannførandi NSÍ sigur, tá ið vágamenn í góðveðrinum seinnapartin í gjár vórðu sendir til hús við trivaligum tapi.

Úrslitið boðar frá, at NSÍ fult og heilt hevði tamarhald á støðuni. Teir kendu seg so mikið tryggar, at tríggir teirra, sum í vikuni vóru burtur frá venjing í landsliðsørindum, fóru av vøllinum, tá ið tað restaði eitt korter.

Bogi Løkin var á landsliðnum ímóti Serbia mikukvøldið, og í gjár var hann allar 90 minuttirnar á sentralum miðvallarplássi hjá NSÍ. Sum altíð so arbeiddi Bogi nógv. Hann flutti seg væl og legði nógv fyri í nærdystunum, og krúnan á verkinum var tað, at hann skoraði trý av teimum fimm NSÍ málunum.

- Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir, hevði eg góðan møguleika. Ta ferðina misnýtti eg, og tá segði eg við meg sjálvan, at tað ikki skuldi verða soleiðis, at hetta var ein dagur, tá ið eg misnýtti møguleikarnar, sigur Bogi Løkin, og heldur fram at greiða frá møguleikum og málum:

- 20 minuttir vóru farnir, tá ið eg skoraði fyrsta málið. Hjalgrím Elttør breyt ígjøgnum og trillaði bóltin upp á tvørs. Eg smekkaði til við vinstra beini, og tað var deiligt at síggja bóltin fara í meskarnar.

Tveir minuttir undan steðginum økti Karoly Potemkin um NSÍ leiðsluna. Málið minti nógv um tað, sum hann á hvítusunnu skoraði í Klaksvík. Bólturin varð tamdur mitt á 07 Vestur hálvuna, so smekkaði hann til við vinstra beini, og áðrenn Trygvi Askham í 07 Vestur málinum vardi, so lá bólturin aftanfyri hann.

Alla tíðina var tað eyðsýnt, at heimaliðið hevði størri breidd og tyngd enn gestirnir, sum ov ofta vóru plágaðir av, at kortslutningarnir vóru ov nógvir.

Men í 1. hálvleiki riggaði framrættaða spælið ofta væl hjá 07 Vestur. Jens Erik Rasmussen var fremstur, Tór-Ingar Akselsen var næstur aftanfyri hann, og saman við teimum báðum var fyrrverandi NSÍ miðvallarin, Milan Pejcic, ofta við í álopsspælinum.

Tór-Ingar Akselsen megnaði fleiri ferðir at sneiða framvið fleiri mótstøðumonnum soleiðis, at vandamiklar støður stóðast burturúr, og um teir høvdu havt marginalirnar á sínari síðu, so kundu vágamenn meiri enn so havt skorað mál í 1. hálvleiki.

 

Luftin fór úr

Beinanvegin eftir steðgin økti Bogi Løkin eftir uppspæl frá Jan Inga Petersen um NSÍ leiðsluna til 3-0, og so kendist tað sum um, at luftin fór úr gestunum, sum ivaleyst ásannaðu, at hetta var ikki ein av teimum uppgerðunum, har teir skuldu vinna stig og harvið styrkja um fyritreytirnar at halda tørn um plássið í bestu deildini.

Alla tíðina sást tað, at stóri trupulleikin hjá 07 Vestur er í verjupartinum. Hesa ferð royndu teir við Hans Arna Ellefsen í miðverjuni og Hendriki Rubeksen á vinstra vongverja. Tá ið NSÍ hevði skorað fyrsta málið varð Hendrik fluttur longri fram í vinstra borð.

Bogi Løkin økti til 4-0, tá ið eitt lítið korter var farið av 2. hálvleiki. Eftiransingarnar vóru ikki góðar, og hann var rættuliga leysur, tá ið bólturin datt fyri føturnar á honum.

Tit tóktust rættuliga uppsettir, hóast tit spældu ímóti einum av lægst staddu liðunum?

- Tað var eingin trupulleiki at seta okkum upp. Meðan tað hevur gingið væl á útivølli, so hevur úrtøkan ikki verið góð á heimavølli. Tað vildu vit fegnir rætta upp á, og tað eydnaðist, sigur Bogi Løkin.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Jens Erik Rasmussen um munin, men tað tóktist ikki nerva heimaliðið, og stutt fyri leiklok umsetti Óli Hansen brotsspark til mál. Eitt sindur av sjónleiki tóktist vera uppi í, tá ið Jan Martin Mortensen fór um koll, og tað var væl skiljandi, at teir í 07 Vestur kendu seg eitt sindur snýttar, at dómarin ikki eisini dømdi teimum eitt brotsspark.

Tá ið tosið kemur inn á, hvussu langt góða gongdin higartil fer at røkka, nýtir Bogi Løkin uppskriftina, sum Óli Hansen plagdi at nýta, tá ið NSÍ vann FM:

- Vit taka ein dyst í senn. Mikukvøldið skulu vit í Gundadal at spæla ímóti HB. Nú fara vit at hava fult fokus á tí avbjóðingini. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga í Gundadali, og so á heimavølli ímóti EB/Streymi, áðrenn vit undan summarsteðginum runda av á Svangaskarði.