Bogi Hammer FM vinnari í styrkilyfting

Bogi Hammer hevur vunnið FM í styrkilyfting fyri triðju ferð upp í slag

Um vikuskiftið var FM í styrkilyfting í Yndi Fitness í Havn. Níggju mans vóru við í kappingini. Endin gjørdist, at fyrrverandi sterkasti maður í Føroyum, Bogi Hammer, vann kappingina.

 

Bogi Hammer vann kappingina frammanfyri Bjarna Nielsen, sum er Føroya sterkasti maður. Hann bleiv nummar trý, meðan Rói Holgarson bleiv nummar tvey. Rói setti føroyskt met í bonk press, tá hann lyfti 172,5 kilo. Tað er nýtt met í 90 kilo klassanum.

 

Kappingin er skifta í trimum greinum, squat, bonk press og deadlift. Luttakarnir fáa stig eftir hvussu nógv teir lyfta og hvørjum vekt klassa teir eru í.