Bogi ivast

Í Sosialinum fríggjadagin vísti Bogi Andreasen, sum umboðar Tjóðveldi í Tórshavnar býráð, sína misnøgd við flokkin. Hvussu hansara politiska framtíð sær út, veit hann ikki

Tað skortaði ikki upp á viðmerkingar, sum Bogi Andreasen, býráðslimur hjá Tjóðveldi í Tórhavnar býráð fyri eina grein í Sosialinum fríggjadagin.
Í greinini hartaði hann Tjóðveldi, sum í einum tilmæli mælir frá at lata kirkjur og samkomur sleppa frá at gjalda mvg. Hann segði eisini, at Tjóðveldi hevði flutt seg nógv frá tí, flokkurin stóð fyri, tá ið hann stillaði upp.
Síðan hava gitingar gingið um, at Bogi Andreasen er á veg yvir í Fólkaflokkin.
Bogi Andreasen flennir at hesum gitingum. Hann sigur, at hann als ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at stilla uppaftur, tí arbeiðið fyllir so nógv, og honum dámar væl sítt arbeiði.