Í Sosialinum, sum kemur á gøturnar mánadagin, verða metingar av avrikunum hjá føroysku spælarunum at síggja. Longu nú er greitt, at Bogi Reinert Petersen verður valdur til dagsins spælara á føroyska liðnum.
Miðvallarin stríddist allan dystin á tamb, vann nógvar bóltar og slapp sær skilagott av við bóltin. Bogi hevur spælt seg upp til at blíva ein lyklaspælari á U21 landsliðnum og á liðnum hjá ÍF.
Ert tú samd/ur, at Bogi Reinert Petersen er dagsins spælari á føroyska liðnum?