Bogi verður rektari á Føroya størsta skúla

Hann byrjar í starvinum í august

Tað verður Bogi Bech Jensen, sum verður rektari á Skúladeplinum í Marknagili.

 

Í dag hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, nevniliga í dag sett hann í starvið sum rektari í Skúladeplinum í Marknagili.

 

Í tíðindaskrivi beint nú, vísir Mentamálaráðið á, at Bogi Bech Jensen er 37 ára gamal og hevur eina fjølbroytta, útbúgvingarliga, akademiska og verkliga bakgrund, umframt týðandi leiðsluroyndir.

 

Hann er maskinmeistari og sivilverkfrøðingur, og hevur síðani tikið Ph.D frá Newcastle University í Onglandi, har hann undirvísti í nøkur ár. Hann hevur leiðsluútbúgving frá Harvard Business School í USA, hevur verið sjálvstøðugt vinnurekandi og samstarvað við nógvar altjóða fyritøkur.

 

Bogi Bech Jensen hevur royndir sum deildar- og granskingarleiðari á DTU í Danmark í fýra ár og í løtuni er hann professari og útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Bogi Bech Jensen hevur góðar undirvísingarførleikar og hevur skrivað vísindaligar greinar um hættir at undirvísa. Hann varð kosin til ársins undirvísara á DTU av teimum lesandi.

 

Bogi hevur í sínum størvum uttanlands eisini royndir innan samanleggingartilgongdir, m.a. Risø og DTU  og hevur verið við í størri byggiverkætlan innan undirvísingarøkið.

 

Bogi Bech Jensen byrjar í rektarastarvinum tann 1. august, sigur Mentamálaráðið.