Bókadeildin gevur Gruffalo-bøkurnar út á nýggjum

So vóru tær endiliga aftur! Tær fittu myndabøkurnar um stóra Gruffalo og snildu músina, sum børnini elska. Tær vóru skjótt útseldar, men nú gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags til alla lukku bøkurnar út á nýggjum – hesa ferð við harðari permu! 

 

Gruffalo

 

Men revurin er tann minsti av trupulleikunum hjá tí kviku músini. Hon fer skjótt at standa andlit til andlits við eina uglu, eina slangu og … Áh hjálp! Áh nei! Ein Gruffalo! Søgan um snildu músina, ið fær stóra og ljóta Gruffalo at ræðast seg.

 

Julia Donaldson skrivaði, Axel Scheffler myndprýddi, og Anna Maria Reinert Jensen týddi úr enskum.

 

Gruffalodiddan

 

Men eitt kvøldið við kulda og kava lurtar Gruffalodiddan ikki eftir ávaringunum hjá pápanum og sníkir seg út í kavan. Tí tann Stóra Ónda Músin er ikki til ... ha?

 

Julia Donaldson skrivaði, Axel Scheffler myndprýddi, og Anna Maria Reinert Jensen týddi úr enskum.

 

##med2##