Bókmentaligur samskipari til FarLit
Áhugavert og fjølbroytt starv sum bókmentaligur samskipari í FarLit er leyst at søkja. FarLit er staðsett á Bókamiðsøluni, sum er á Hjalla í Hoyvík. Talan er um fast starv í ½ tíð. Starvið verður sett skjótast til ber, helst 1. september 2026.
FarLit varð stovnað í 2012, og fremsta uppgávan er at fáa føroyskar bókmentir út í heim. Sum bókmentaligur samskipari verða uppgávur tínar áhugaverdar og fjølbroyttar. Tú skalt fyrireika fundir við altjóða bókaforløg á bókamessum í eitt nú Frankfurt og Bologna, fáa til vega kunnandi tilfar um nýggjar føroyskar bókmentir í samstarvi við úrvalsnevnd, fáa tilfarið týtt og lagt út á heimasíðu. Tú skalt eftirfylgjandi røkja sambandið við øll áhugað í samstarvi við føroysk forløg. Tú fert í samstarvi við stuðulsnevnd at umsita týðara- og útgávustuðul til útlendsk forløg.
Førleikakrøv
Tú mást vera sjálvstøðug/ur og duga at seta teg í samband við røttu fólkini og alsamt ganga nýggjar leiðir at føra FarLit út í heim. Tú mást arbeiða strategiskt og miðvíst upp undir evstamark. Tú skalt hava hollan kunnleika um føroyskar bókmentir og duga væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Kunnleiki til týskt er ein fyrimunur. Tú skalt duga at røkja heimasíður og duga at brúka sosialar miðlar til vinnubrúk. Tú skalt vera tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni.
Vit bjóða
Starvið er spennandi við nógvum samskifti við føroysk og útlendsk forløg, rithøvundar og fólk í serliga norðurlendsku mentanarstovnunum. Tú skalt vera við á altjóða bókamessum og fundum við norðurlendskar samstarvsfelagsskapir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu.
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
FarLit
/Bókamiðsølan
á Hjalla 7B
FO-100 Tórshavn
Ella við telduposti til: nielsjakup(at)bms.fo
Umsóknin skal vera FarLit í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. juli 2026.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Niels Jákup Thomsen, verkætlanarleiðara, á tlf. 235772 ella t-post nielsjakup(at)bms.fo











