Nakað eftir midnátt fekk løgreglan boð um, at harður tónleikur varð spældur uttandura í Gøtu, so illa bar til at sova.
Tá løgreglan kom á staðið, var tó friður, tí tónleikurin var steðgaður.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um ein bilførara, sum varð mettur at koyra óstøðugt á veg úr Gøtu til Leirvíkar.
Bilurin varð steðgaður, men tað vísti seg, at førarin var púra edrúur, og tí var einki mál gjørt burtur úr.











