-Bókmentir eru pulsurin í einhvørjari mentan; pulsurin, sum sigur okkum, um mentanin er á lívi ella ikki. Johann Wolfgang Goethe skrivaði, at “afturgongd hjá bókmentum vitnar um afturgongd hjá tjóðini.” Bókmentir eru sostatt óloysiliga knýttar at okkara mentanarsamleika og vit leggja okkara felags vitan um lívið í bøkur. Bøkur eru enn týdningarmesta amboðið, vit hava, tá vit skulu læra okkara børn og ungdóm um heimin og lívið, sigur hann við Sosialin í dag.
Nýggi formaðurin í Rithøvundafelagi Føroya, Sámal Soll, er føddur í 1977, og er uppvaksin í Havn. Hann hevur skrivað fleiri stutt søgur og søgur fyri børn. Sámal hevur týtt nógv, m.a. barna og ungdómssøgur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Í Varðanum og øðrum ritum standa stuttsøgur, sum Sámal hevur týtt eftir eitt nú Ernest Hemingway. Sámal skrivaði sum yngri stuttsøgur til ymisk rit, tríggjar søgur sluppu í søgusavnið »Russiskur dansur«, sum Dimmalætting í 2001 gav út eftir eina stuttsøgukapping. Stuttsøga hansara »Ver ikki bangin« vann pláss í norðurlendskum savni við nýskrivaðum spøkilsissøgum til børn, ið varð givin út í 8 londum. Seinni hevur hann skrivað stuttsøgur, sum staðið hava í Vencil og Varðanum. Sámal er cand. Mag. í enskum máli og bókmentum. Hann hevur arbeitt fleiri ár innan samskifti og marknaðar føring, men starvast í løtuni sum lærari í Hoydølum.
Í Sosialinum í dag hugleiðir Sámal Soll millum annað um týdningin av bókmentum.
-At lesa bøkur hevur eisini altíð verið ein háttur at samskifta úr einari øld í aðra. Vit kunnu lesa tað, sum fólk hava skrivað fyri mongum árum síðani og tað skapar eina kenslu av felagsskapi í mentanini. Í øllum talgilda surrinum í upplýsingarsamfelagnum, so vera tað kortini í bókum at eftirkomarar okkara fara at lesa um okkum, hóast tær bøkurnar kanska ikki eru av pappíri longur, sigur Sámal.