Bólkur F: Onkur endar við vátum krúti

EM 2020: Í kvøld verður krútbólkurin avgjørdur, og tað er ikki vist at allar stórtjóðirnar koma víðari

Í kvøld verður bólkur F, sum eisini verður nevndur krútbólkurin, avgjørdur. Í kvøld spæla Týskland og Ungarn, og Portugal og Frakland. Enn kunnu øll fýra liðini vinna seg víðari.

 

Frakland hevur vunnið sær víðari luttøku. Við sigri á Portugal er fyrsta plássið tryggjað, meðan Portugal er víðari við javnleiki. Í ringasta føri kann Portugal rúka, um teir tapa og Ungarn fremur eitt bragd í Týsklandi.

 

Týskland skal bara ikki tapa móti Ungarn, so eru teir víðari. Týskland kann bæði vinna bólkin og enda aftast. Ungarn er hart kroyst í botninum við bara einum stigi. Her er kravið stutt og greitt ein sigur.

 

Dysturin í Munchen hevur fingið eina dimentión afturat, eftir at UEFA hevur noktað týska Fótbóltssambandinum at lýsa leikvøllin upp til ælabogalitunum. UEFA sigur, at hetta í hesum samanhanginum er ein politiskur boðskapur, tí tað er eitt aftursvar til stjórnina í Ungarn. Hon hevur fyri kortum framt broytingar í lóggávuni, ið eru í móti LGBT  og teirra hugsjón.

 

Bólkur F:

 

Týskland – Ungarn (20.00)

 

Portugal – Frakland (20.00)

 

Støðan:

 

1: Frakland 4(stig) +1(málmunur)

 

2: Týskland 3 +1

 

3: Portugal 3 +1

 

4: Ungarn 1 -3