Heimsins skjótasti maður, Usain Bolt úr Jamaica, er ikki í iva um, at hann fer at endurvinna heimsmeistaraheitið á 100 og 200 metrum í HM í frælsum ítrótti, sum byrjar í Suðurkorea næsta vikuskiftið.
-Eg rokni við at vinna lættliga. Eg haldi ikki, at nakar kann bjóða mær av, tá eg eri komin í gongd, og so er tað líka mikið, hvussu góðari venjing eg eri í, sigur Usain Bolt við Reuters. Hann væntar ikki, at hann fer at seta nýtt heimsmet í Suðurkorea, men tað er heldur ikki málið, sigur hann.
-Eg fari at verja míni meistaraheiti. Tað er mítt mál. Eg veit, at nógv vilja hava eitt nýtt met, men 9,7 sekund er nóg gott fyri meg, sigur Bolt. Landsmaður hansara Asafa Powell hevur víst, at hann er væl fyri í ár. Hann hevur runnið 100 metrar í tíðini 9,78 sekund, sum er besta tíð higartil í ár.
Usain Bolt setti heimsmet á 100 og 200 metrum í HM-kappingini fyri tveimum árum síðani við ávikavist 9,58 og 19,19 sekundum.