"Bonderøven" býr hjá borgarstjóra

- Ætlanin er, at vit skulu fara onkran túr á flot, og ætlanin er eisini, at Frank Erichsen skal sleppa at uppliva fletting í føroyskum kjallara, sigur Jógvan í Skorini.

Nú bygdasligasti danin í kongaríkinum, Frank Erichsen, vanliga róptur “Bonderøven”, er í Føroyum og vitjar, búgva hann, kona og børn í húsunum hjá borgarstjóranum í Eiðis kommunu, Jógvani í Skorini.

 

Sjálvur er borgarstjórin í Eiðis kommunu røktingarmaður á Slættaratindi, og hann hevur onkuntíð sagt í skemti, at hann hevur Føroya hægsta starv, nú hann røktar á Føroya hægsta fjalli!

 

Umframt at hann hevur verið røktingarmaður á Slættaratindi í eini níggju ár, eiga tey eisini nakað av jørð í familjuni.

 

- Vit slakta stívliga 40 seyðir á hvørjum heysti, sigur borgarstjórin, sum dámar væl hesa tíðina av árinum, nú fjøllini verða gingin, og slaktið skal fáast frá hondini.

 

Jógvan í Skorini er sera fegin um Heystfagnaðin, sum enn einaferð hevur verið hildin á Eiði, og hann heldur, at hetta er eitt fantastiskt og viðkomandi tiltak at hava hesa ársins tíð.

 

- Vit hava í ein ávísan mun eisini roynt at marknaðarført tiltakið uttanlands, og vit vita, at tey eru ikki so fá, sum koma higar úr útlandinum at uppliva Heystfagnaðin.

 

Hann sigur, at tey í fjør gjørdu eina roynd at fáa danska forsætisráðharran við føroyskari konu, Lars Løkke Rasmussen, at koma upp til Heystfagnaðin, men tað eydnaðist ikki.

 

- Men, fyri einum góðum ári síðan fingu vit so samband við kenda danan – ja, helst bygdasligasta danan í kongaríkinum, Frank Erichsen, kendur undir navninum ”Bonderøven” - og tað eydnaðist at fáa hann upp higar.

 

Borgarstjórin sigur, at meðan "Bonderøven" og familja hansara eru í Føroyum í eina viku, búgva tey í húsunum hjá honum og familjuni á Eiði.

 

- Vit, sum eru fimm í tali, flyta út og búgva hjá foreldrum mínum hesar dagarnar. Um veðrið verður til vildar, er ætlanin, at vit saman fara onkran túr á flot, og ætlanin er eisini, at Frank Erichsen skal sleppa at uppliva fletting í einum føroyskum kjallara, sigur Jógvan í Skorini.