Tað verður ein Bónus handil, ið verður bygdur undir Kongavarða. Tað váttar Niels Mortensen, stjóri í SMS.
Í síðstu viku boðaði Tórshavnar kommuna frá, at nú fór arbeiði í gongd við at menna økið undir Kongavarða, sum kommunan keypti frá Eik Banka í septembur.
Millum annað var nevnt, at arbeiðið at byggja eina handilsmiðstøð fór at byrja beinanvegin. Hetta vísir seg tó ikki at vera heilt satt.
Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Býrað, váttar fyri in.fo, at talan er um at geva loyvi at byggja ein handil undir Kongavarða, og at ein fyritøka longu hevur keypt goymslubygningin, ið stendur á økinum.
- Talan er ikki um eina handilsmiðstøð, men um ein handil, sigur hann.
Niels Mortensen, stjóri í SMS, váttar fyri in.fo, at tað P/F SMS, sum hevur keypt goymslubygningin, og at ætlanin er at byggja ein Bónushandil undir Kongavarða.
- Tó er tað at taka í so rívan til, at siga, at arbeiði fer í gongd beinanvegin. Vit hava keypt bygningin, men bíða enn eftir, at kommunan letur okkum lendi, bygningurin stendur á.
Niels Mortensen sigur, at tað tí als ikki er klárt at fara undir at byggja enn, og tað er heldur ikki ætlanin.
- Vit ætla at byggja ein Bónushandil har uppi, meinlíkur tí, vit hava bygt á Karlamagnusarbreyt, men hetta eru langtíðarætlanir. Talan er tí ikki um at byrja í ár ella komandi ár. Vit fara at halda eyga við gongdini í samfelagnum og í lokaløkinum, og so fáa vit at síggja, nær tað liggur best fyri at byggja, sigur Niels Mortensen.
Tað letur tí til, at Hamarsmenn og Kongsmenn mugu brynja seg við toli eina tíð enn, áðrenn nakar handil kemur.
Les eisini Handilsmiðstøð undir Kongavarða.