Um tú skuldi sett spardu pengarnar uppá, hvør verður næsti forsætisráðharri í Danmark eftir fólkatingsvalið, lata fleiri bookmakarar minni, um tú spælir upp Lars Løkke Rasmussen úr Moderatunum enn upp á Søren Pape úr Konservativa flokkinum.
Í øllum førum um tú spælir hjá Danske Spil ella Bet 25. Spælir tú hjá NordicBet er møguleikin hjá teimum báðum at gerast forsætisráðharri settur til tað sama, meðan Unibet enn hevur lægri odds upp á Søren Pape Poulsen enn Lars Løkke Rasmussen.
Oddsini siga, hvussu sannlíkt bookmakararnir halda tað vera, hvør verður forsætisrráðharrri. Tess lægri odds, tess størri sannlíkindi sambært bookmakarunum fyri, at tað verður so.
Men odds kunnu eisini broytast, um spælt verður serliga nógv upp á ein ávísan møguleika.
Spælir tú hjá Danske Spil fekst tú í dag umleið klokkan 13 pengarnar 5,75 ferðir aftur, um tú spældi upp á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra – og væl at merka, um tú fært rætt.
Spældi út upp á Søren Pape Poulsen og fært rætt, er vinningurin 6,75 ferðir pengarnar aftur.
Hetta er júst tað øvugta, sum tað var, tá Lars Løkke Rasmussen einaferð í september gav 30 ferðir pengarnar aftur, meðan Søren Pape Poulsen í næstan eitt ár hevur givið fimm ferðir pengarnar aftur.
Eftir eina tíð við góðum veljarakanningum boðaði formaðurin hjá teimum Konservativu, Søren Pape Poulsen, í august frá, at hann fór at royna eftir forsætismálaráðharrasessinum. Síðani hava meiningakanningarnar verið minni góðar fyri Konservativa flokkin.
Lars Løkke Rasmussen hevur ikki sagt, at hann vil gerast forsætisráðharri. Spurdur um tað av TV 2 í dag vísti hann tí aftur.
– Eg veit sjálvur, at eg havi førleikarnar til at røkja starvið. Men tað hjálpir jú einki, um hini ikki halda tað sama, segði hann smílandi sambært TV 2.
Tað er ikki bara hjá Danske Spil, at álitið á Lars Løkke Rasmussen er hækkað.
Bæði politiski viðmerkjarin hjá Ekstra Blaðnum, Henrik Qvortrup, og hjá Berlingske Tidende, Chris Kjær Jensen, hava í dag á Twitter tosað um møguleikan, at Lars Løkke átti at verið við í næsta floksleiðaraorðaskifti.
Sum er skal slíkt kjak vera millum Søren Pape Poulsen, Jakob Ellemann-Jensen og Mette Frederiksen.
Jakob Ellemann-Jensen stendur til odds 3,75, meðan Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, stendur á oddsinum 1,67.
Tað er lægri, enn tá valið varð skrivað út. Tá gav Danske Spil pengarnar aftur 2,1 ferðir upp á, at Mette Frederiksen fór at halda fram sum forsætisráðfrú.
/ritzau/