Borac er stórur favorittur móti B36

Klokkan 17 spælir B36 útidystin móti Borac Banja Luka í Europa Conference League undankappingini

Klokkan 17 í kvøld (klokkan 19 bosniska tíð) spælir B36 fyrra dystin í Europa Conference League undankappingini móti Borac Banja Luka í Bosnia Herzogovina.

 

18 altjóða veddingarfyritøkur sum bjóða odds uppá dystin hava bosniska heimaliðið sum stóran favoritt.

 

Oddsini uppá heimasigur liggja millum 1,18 og 1,25. Oddsini uppá útisigur til B36 liggja millum 9,75 og 13,35. 

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 5.00 og 5,94.

 

Returdysturin verður á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið 14. juli klokkan 18. 

 

Her eru oddsini uppá dystin í dag: 

 

##med2##