Mótstøðuliðið hjá B36 í Europa Conference League undankappingini, Borac Banja Luka úr Bosnia fyrireika seg til báðar dystirnar móti B36.
Í farnu viku leikti Borac Banja Luka tveir venjingardystir móti liðum úr Slovenia.
Fyrra dystin móti ND Gorica tapti Borac Banja Luka 1-3 (1-2). Væl betur gekk í seinna dystinum móti Celje. Tann dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Borac Banja Luka hevur ikki leikt ein kappingardyst síðani 29. mai, tá landskappingin í Bosnia Hercegovina endaði. Borac Banja Luka leikar ikki dyst aftur fyrrenn teir møta B36.
Fyrri dysturin millum Borac Banja Luka og B36 verður leiktur í Bosnia, hósdagin 7. juli klokkan 17 føroyska tíð (klokkan 19 bosniska tíð). Returdysturin verður leiktur í Gundadali, hóskvøldið 14. juli klokkan 18.