Borchers bjargaði 07 Vestur

07 Vestur svaraði aftur, eftir at Klæmint A. Olsen við brotssparki legði NSÍ á odda

Tað endaði 1-1, tá ið NSÍ og 07 Vestur í góðum fótbóltslíkindum spældu fyrsta dystin á nýggja graslíkinum í Runavík. Tá ið Kári J. á Høvdanum hevði bríkslað fyri síðstu ferð, sást tað á spælarunum á báðum liðunum, at teir vóru vónbrotnir.

 

Síðstu løtuna løgdu bæði liðini nógv fyri at skora sigursmálið, og tað vóru møguleikar, men tað eydnaðist ikki at raka málið.

 

Fyrri hálvleikur endaði málleysur. Tá vóru tað gestirnir, sum vóru grammari og spældu seg til fleiri góðar støður enn heimamenninir. Eftir dystin gekk tað leingi javn á, og so var tað, at stórt mistak hjá 07 Vestur í uppspælinum í vinstru bar við sær, at NSÍ vann brotsspark, sum Klæmint A. Olsen við fyrsta málinum á nýggja graslíkinum skoraði til 1-0.

 

Brotssparkið vann Yehor Korytskyi, sum í góðari støðu var skumpaður um koll. Klæmint A. Olsen var eirindarleysur, tá ið hann smekkaði bóltin til vinstru fyri seg sjálvan og upp í síðunetið.

 

Tá vóru 13 minuttir eftir, og tað sá út til, at NSÍ var á veg ímóti sigrinum, sum var alneyðugur hjá teimum gulu og svørtu at vinna. Men tað eydnaðist ikki at vinna. Tað var 07 Vestur liðformaðurin og toppskjúttin Mads Borchers, sum skoraði, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Eftir sending úr høgru frá Jasper Van Der Heyden heilsluktaði hann úr vinstru bóltin í handara síðunetið.

 

-Áskoðararnir bóru okkum fram, og tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at vit javnaðu. At fara vestur við einum stigi heldur enn ongum er øgiligur munur. Nú líta vit fram eftir, og so verður tað vónandi soleiðis, at vit ikki fara at gera so nógv persónlig mistøk, sigur 07 Vestur liðformaðurin og toppskjúttin Mads Borchers.

 

NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze dylir ikki, at hann er vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku og harvið at styrkja um NSÍ støðuna í spennandi kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

 

-Vit vóru tamir í fyrra hálvleiki, men tað var frægari eftir steðgin. Verjuspælið var ikki so sannførandi, tá ið teir skoraðu, men tað er ikki annað at gera enn at líta fram til næstu avbjóðing. Alt telur, og kanska verður tað stigið, sum vit í kvøld vunnu, ið fer at gera, at tað á 27. leikdegi verður soleiðis, at vit varðveita plássið í bestu deildini, sigur Sámal Erik Hentze NSÍ venjari.

 

NSÍ hevur 21 stig, ið er sama stigatal, sum AB og B68 hava. 07 Vestur hevur 23 stig.

 

Um tvær vikur fær NSÍ vitjan av KÍ, og tá fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

-

 

NSÍ – 07 Vestur 1-1 (0-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen br

 

1-1: Mads Borchers

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Miska Rautiola, Atli D. Petersen – Lukas D. Giessing, Mathias Nielsen – Meinhard Debes Geyti, Beinir Nolsøe, Yehor Korytskyi – Klæmint A. Olsen

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Eiler Fróðason, Daniel Obbekjær, Rasmus Knudsen – Ásbjørn Heðinsson, Janus Svabo Samuelsen, Dánjal Pauli Lervig, Jasper Van Der Heyden – Ronni Møller-Iveresen, Mads Borchers