Borgarafundur um byggisamtyktina fyri miðstaðarøkið í Sandavági

Fríggjadagin 17. apríl kl. 17.00 skipar Vága kommuna fyri borgarafundi um byggisamtyktina fyri miðstaðarøkið í Sandavági

Á fundinum verður arbeiðið við nýggju byggisamtyktini lagt fram. Vága kommuna skrivar, at byggisamtyktin skal seta kósina fyri menningina av miðstaðarøkinum í Sandavági komandi árini. Talan er um eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at skapa eitt livandi, væl skipað og framtíðartryggjað miðstaðarøki.

 

Borgarstjórin, Bjarni Prior, bjóðar vælkomin og fer at greiða frá endamálinum við fundinum. Síðani leggur Jóan Petur á Stongum, ráðgevi, fram byggisamtyktina og arbeiðið, sum er gjørt.

 

Eftir framløguna verður høvi hjá borgarum at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Albert Ellefsen, formaður í Teknisku nevnd, og Jóan Petur á Stongum, ráðgevi, svara spurningum og taka lut í kjakinum.

 

Endamálið við borgarafundinum er at tryggja opinleika og geva borgarum møguleika at ávirka víðari gongdina.

 

Fundurin verður hildin í Vakstrarhúsinum.

 

Vága kommuna heitir á allar borgarar og onnur áhugað um at møta og taka lut í kjakinum um framtíðar menningina av miðstaðarøkinum í Sandavági.