Tvøroyrar kommuna fer nú at hava Ítróttahøllina í Trongisvági meira opna, soleiðis at børn, ung og familjur fáa betri møguleika at brúka høllina til ítrótt, rørslu og frítt spæl.
Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at gera høllina meira atkomiliga uttan fyri skipaða virksemið.
- Endamálið er at geva børnum, ungum og vaksnum betri møguleika at brúka høllina, tá eingin venjing, kapping ella annað skipað virksemi er á skránni.
Í Tvøroyrar kommunu hava tey arbeitt við at kanna, um høllin kundi vera opin longur út á kvøldið og um vikuskiftið.
- Í 2025 vórðu eisini royndir gjørdar við at hava høllina opna fyri barnafamiljum í høgtíðum og í ferium hjá barnagarðinum, soleiðis at fleiri kundu fáa gleði av henni til ítrótt og spæl.
Mentanarnevndin í Tvøroyrar kommunu hevur nú einmælt samtykt, at høllin verður opin hvørt vikuskiftið, og at høllin frá apríl 2026 verður opin fyri almenninginum leygardag og sunnudag frá klokkan 10.
##med2##
- Við hesi skipan verður Ítróttahøllin í Trongisvági vanliga opin hvønn gerandisdag frá klokkan 14-22 og um vikuskiftið frá klokkan 10-22.
Tvøroyrar kommuna ynskir við hesum at skapa betri karmar fyri rørslu, trivnaði og felagsskapi, soleiðis at høllin kann vera ein livandi partur av frítíðarlívinum í kommununi.
- Fyrivarni kann tó verða tikið fyri broytingum í upplatingartíðunum, tá serlig tiltøk eru á skrá, eitt nú ítróttarkappingar, ella tá høllin er útleigað til serlig tiltøk, verður lagt aftrat.












