Anna Falkenberg fær eina viku í Løgtinginum

Á næsta tingfundi, sum verður um eina viku, leggur Anna Falkenberg frá sær sum tingkvinna

– Eg leggi tingsessin frá mær á næsta tingfundi.

 

Tað sigur Anna Falkenberg, sum 24. mars varð vald í Fólkatingið við 5.303 atkvøðum. Hon stillaði eisini upp til løgtingsvalið, men fekst ikki at siga, hvønn sessin hon fór at velja, um hon fekk báðar sessirnar. Hon segði, at hon fór at røkja tann sessin, sum flokkurin vildi hava hana at røkja.

 

Men tað var ikki neyðugt, hvørki frá Sambandsflokkinum ella Onnu Falkenberg at taka støðu, tí tað gjørdu veljararnir hjá Sambandsflokkinum.

 

Hon fekk »bara« 272 atkvøður til løgtingsvalið 26. mars í mun til tær 5.303 sum hon fekk á fólkatingsvalinum tveir dagar frammanundan.

 

Men tær 272 atkøvðurnar vóru nóg mikið til ein varasess í Løgtinginum hetta valskeiðið. Men tann sessin ætlar Anna Falkenberg skal fara víðari til Hermann Samuelsen úr Klaksvík, sum eisini er býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Klaksvík.

 

Hermann Samuelsen tekur sæti á næsta tingfundi, sum verður mánadagin 20. apríl klokkan 11.

 

Tá verður dagsskráin hendan:

 

  1. Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini
  2. Val av umboðum í Norðurlandaráðið
  3. Val av umboðum í Útnorðurráðið
  4. Val av løgtingsgrannskoðarum
  5. Val av nevningagrundlistanevndum
  6. Framløga