Borgarastjórar skulu veljast beinleiðis

Stendur tað til varaborgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, skulu føroyingar velja borgarstjórarnar á beinleiðis vali. Tað er í ov stóran mun tilvildin, ið ger av, hvør fær borgarstjórasessin í teimum ymisku kommununum, og ikki fólksins vilji, heldur hann

-Tað er í alt ov stóran mun tilvildin, sum ræður, tá avgerðin um hvør røkja borgarstjórasessin í teimum ymisku kommununum skal takast. Eg vil tí mæla til, at vit gera valið av borgarstjóra til eitt beinleiðis val.
Royndi býráðslimurin og varaborgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vil fáa eitt kjak í lag, hvussu vit skulu skipa býráðsvalini í framtíðini. Stendur tað til 58 ára gamla Heðin Mortensen skulu føroyingar í framtíðini seta ein kross við valevnini til býráðið og ein kross við valevnini til borgarstjórasessin.
-Valið til býráð og borgarstjóra skulu vera sama dag. Borgarin skal bert seta tveir krossar, heldur enn ein. Annar krossurin skal til valevnini til býráðið og hin til tey evni, ið bjóða seg fram til borgarstjórasessin, sigur býráðslimurin í Havn.

Lógarbroyting
Skulu ætlanirnar hjá varaborgarstjóranum í Tórshavnar kommunu gerast veruleiki er neyðugt við eini lógarbroyting í vallógini. Hesum stúrir Heðin Mortensen kortini ikki fyri.
-Seinast vallógin varð viðgjørd á løgtingið, varð borgarastjórasessurin nógv umrøddur. Eg trúgvi tí, at tað ber til at finna eina semju á løgtingi um hesa lógarbroyting, metir royndi býráðspolitikarin.

Fólksins vilji
-Eftir býráðval er altíð kríggj um at koma í samgongu og at ogna sær borgarstjórasessin. Søgan sigur okkum, at tað er rein tilvild, hvør endar við borgarstjórasessinum. Verður borgarastjórasessurin gjørdur til beinleiðis val, fær fólkið tann persón, tey ynskja í borgarstjórasessin, og tað má verða betur enn at tilvildin skal ráða, heldur Heðin Mortensen
Hann nevnir býráðsvalið í 1997 sum dømi. Floksfelagin hjá Heðini og borgarstjórin í Havn í tíðarskeiðnum 1993-97, Lisbeth L. Petersen, gjørdist við 1000 persónligum atkvøðum stóri sigursharrin á valinum í 1997 við 1000, men kortini háttaði samgongutelvingin seg so, at hon endaði úti í andstøðu kuldanum.
-Í hesum føri var greiður meiriluti fyri, at Lisbeth skuldi halda fram, men kortini endaði hon uttanfyri. Býráðsval er í nógv størri mun persónlig enn politisk, og tí eigur fólkið at siga greitt, hvønn persón, tey ynskja, skal standa á odda fyri kommununi, vísir Heðin Mortensen á.
Spurdur um hann heldur at allar kommunur í Føroyum áttu havt beinleiðis val av borgarstjóra, svarar Heðin, at hesin leistur er helst best egnaður til størru kommunurnar í landinum.

Umsitingarleiðari
Heðin Mortensen heldur, at fremsta uppgávan hjá einum borgarstjóra er at vera ein sonevndur umsitingarleiðari hjá kommununi.
-Uppgávan hjá borgarstjóranum er at røkja øll áhugamál í kommununi. Meðan flestu býráðslimir hava eitt borgarligt starv við síðurnar av, er borgarstjórin fast knýttur at býráðnum. Borgarstjórin er tí ikki beinleiðis politikari, men heldur ein leiðari av eini umsiting, sigur Heðin Mortensen