Kann mann ímynda sær eina føroyska skipan, sum gevur føroyingum møguleika at koma við borgarauppskotum til Løgtingið? Hendan spurningin hevur Sosialurin sett nøkrum av teimum fólkavaldu.
Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi løgmaður, heldur skipanina vera eitt sunt íkast til fólkaræðið.
- Tað er vert at umhugsa at innføra eina líknandi skipan í Føroyum. Vit hava jú eitt fólkaræði, og møguleikin við borgarauppskotum skuldi verið rætta vegin fyri at styrkt um fólkaræðið. Tað kann geva ábendingar um, hvat fólkið heldur um ymisk ting, og tað er altíð áhugavert at vita, hvat fólkið sigur. Alt, sum styrkir fólkaræðið, er altíð áhugavert, sigur Edmund Joensen, sum eisini er fyrrverandi tingformaður og fólkatingslimur.
Ber væl til í Føroyum
Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, er eisini positivur um hugskotið at royna skipanina í Føroyum.
- Tað ber væl til í Føroyum, men tað má liva upp til tey krøv, sum uppskot til samtyktar vanliga skulu liva upp til. Hvørt aðrar avmarkingar skulu ásetast, veit eg ikki, men ymsar hugsanir vóru frammi um fólkaatkvøður, so tær eitt nú ikki kundu handla um skattligar spurningar, sigur Magni Arge við in.fo.
- Eg haldi, tað er eitt fínt ískoyti og økir um møguleikan hjá borgarunum at taka beinleiðis lut í demokratinum. Royndirnar úr Danmark siga, at politikarar taka uppskotini í stórum álvara, sigur hann.
Meira:
Um í minsta lagi 50.000 danskir borgarar við atkvøðurætti stuðla einum borgarauppskoti, kann uppskotið roynast í Fólkatinginum. Les um donsku skipanina við borgarauppskotum her.
Tað eru ymsar meiningar um spurningin um borgarauppskot í Føroyum, og her kanst tú lesa, hví Jacob Vestergaard og Sjúrður Skaale ikki meina, tað er tørvur á einari føroyskari skipan. Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur, heldur eins og Magni Arge og Edmund Joensen, at tað hevði riggað væl í Føroyum - les um tað HER. Enn meira um hetta borgarauppskot stendur at lesa í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum.