Moderatarnir skulu seinnapartin hitta Venstre og boða frá, um flokkurin vil stuðla einari borgarligari stjórn móti at fáa nógv av sínum egna politikki ígjøgnum.
Formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, sigur, at Moderatarnir nú mugu vísa, at flokkurin “snýr seg um nakað og ikki nakran”. (Orðaspæl, sum Lars Løkke Rasmussen er kendur fyri at brúka, red.)
– Nú er tíðin komin til at vísa, at Moderatar snúgva seg um nakað – og ikki nakran, skrivar hann á sosialum miðlum.
Eisini Danmarksdemokratarnir vilja hava Lars Løkke Rasmussen at stuðla einari borgarligari stjórn.
– Við tí borgarliga upprunanum, hann hevur, eigur hann sjálvandi at velja borgarliga blokkin, sigur flokksforkvinnan Inger Støjberg við DR.
Lars Løkke Rasmussen hevur áður sagt, at Moderatarnir helst vilja í stjórn, men hann hevur eisini kallað uppskotið um at stuðla einari VLAK-stjórn fyri eina “royndarballón, sum ikki kann flúgva”.
Tað er framvegis ógreitt, um partarnir kunnu semjast, ella um Lars Løkke Rasmussen fer at peika á ein nýggjan samráðingarleiðara.









