- Borgarligu flokkarnir prioritera ikki javnstøðu og javnstøðupolitikk í líka stóran mun sum hinir flokkarnir. Tað metir Marna Jacobsen, limur í Demokratia, vera eina av orsøkunum til, at kynsbýti millum valevnini er so skeiklað.
Verður hugt at kynsbýtinum á teimum fyribils kunngjørdu valevnunum, eru tað framvegis tveir triðingar menn og bert ein triðingur kvinnur, og tí sær tað ikki út til, at kvinnurnar heldur hesaferð verða væl umboðaðar á valevnislistunum, nú freistin er eina viku burtur.
Tann 18. august skulu flokkarnir hava síni løgtingsvalevni klár, men longu nú eru 118 valevni almannakunngjørd. Hvør einstakur flokkur hevur í mesta lagi loyvi at stilla upp 10 fleiri valevni, enn tað eru tingsessir. Tað vil siga, at teir sjey flokkarnir hægst kunnu stilla upp 43 valevni hvør sær. Tó er vanligt, at smærru flokkarnir stilla upp færri valevni enn størru flokkarnir.
Ongar formligar ásetingar eru viðvíkjandi kynsbýtinum, tá ið umræður uppstilling, tó at summir av flokkunum hava álagt sær sjálvum at hava javnt kynsbýti á lisum sínum.
Skift á flokkarnar, eru tað serliga samgonguflokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, sum saman við Nýggjum Sjálvstýri hava lutfalsliga fáar kvinnur á sínum listum.
Tilsamans hava flokkarnir 54 valevni, harav einans 11 - ella ein fimtapartur - eru kvinnur.
Andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava fyribils kunngjørt 64 valevni, harav 28 - ella nærum helvtin - eru kvinnur.
Av hesum er tað einans Framsókn, sum heilt greitt hevur helvt-um-helvt við átta kvinnum og átta monnum á sínum lista inntil víðari.
Marna Jacobsen, sum umboðar Kvinnufelagssamskipan Føroya í nevndini hjá Demokratia, umrøddi á Rás 2 í dag manglandi kynsbýtið. Hon heldur, at í stóran mun er siðvenja, sum ger, at ikki fleiri kvinnur bjóða seg fram.
- Kvinnur hava enn høvuðsábyrgdina av heiminum og børnunum, og tað kennist kanska sum ein forðing hjá teimum at bjóða seg fram, at tær prioritera kanska tað heimliga meira, og kanska halda at tað fer at ganga út yvir tað, sigur hon.
- Tað kennis framvegis ikki líka nátúrligt hjá kvinnum at bjóða seg fram, tí at tað siðbundna ger, at kvinnur ikki eru líka vanar at bjóða seg fram til tílík høvi, og tað hevur enn fastatøkur á okkum, sigur hon.
Hon gleðist tó um, at tað tó eru alsamt fleiri kvinnur, sum bjóða seg fram.
- Demokratia hevur gjørt eitt gott arbeiði, og hetta vísir, at tað er brúk fyri Demokratia í hesum sambandinum, sigur Marna Jacobsen.
Freistin hjá flokkunum at stilla upp løgtingsvalevni er 18. august, og millum tey fyribils uppstillaðu er bert ein triðingur kvinnur.
Í løtuni eru einans 10 kvinnur á teimum 33 tingsessunum, meðan bert ein kvinna hevur ein av teimum sjey landsstýrissessunum.