Stendur tað til borgarstjóran í Havn, so verður eitt serligt píkadekksavgjald innført í Havn. Tað skal virka fyri, at tálma nýtsluna av píkadekkum - Vit kunnu ikki blíva við at gjalda nógvar miljónir árliga til viðlíkahald, sum annars átti at verðið gjørt fimta til sjeynda hvørt ár, sigur Heðin Mortensen, sum ætlar at kanna eina norska skipan við píkaavgjaldi.
- Og tað er altso ikki bara kostnaðurin, tað snýr seg um. Dálkingin í barnahædd er eisini nakað, vit noyðast at taka í álvara. Mær dámar sera væl skipanina í Oslo og fari at kanna, um vit ikki kunnu gera okkurt líknandi, sigur borgarstjórin í Havn.
- Og eg haldi, at tað er ikki meira enn rímiligt, at tey, sum gjarna vilja slíta og dálka, gjalda við kassa 1, sigur Heðin Mortensen, sum ikki heldur at tað tørvar at verða nakar trupulleiki at parkera bilar á píkadekkum, sum koma til Havnar. Hartil er bussleiðin ókeypis!