ViÐmerking
Tvøroyrar býráð viðgjørdi á fundi tann 25. januar 2005 grein frá fyrrverandi borgarstjóra á Tvøroyri Finnleif Guttesen, ið stóð í fjølmiðlunum tann 24. januar 2005. Finnleif Guttesen leggur beinleiðis eftir Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, at hann skal hótta tær smáu kommunurnar í Suðuroy í eini samrøðu, ið blaðmaðurin á Sosialinum Áki Bertholdsen, hevði við Kristin Michelsen í Sosialinum tann 22. januar 2005.
Greinskrivarin Finnleif Guttesen vónar, at tað er ikki so galið, at alt Tvøroyrar býráð tekur undir við framferðarháttinum hjá Kristin Michelsen.
Tvøroyrar Býráð samtykti einmælt, at borgarstjórin á Tvøroyri Kristin Michelsen als ikki hevur hótt nakran ella nakra kommunu í Suðuroy, sum Finnleif Guttesen, fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri, vil vera við í síni grein. Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri hevur hinvegin lagt upp til betri og tættari samstarv á øllum økjum, við allar hinar kommunurnar í Suðuroy, og verður tað hervið enn einaferð staðfest.
Soleiðis samtykt á býráðsfundi tann 25. januar 2005
Tvøroyrar Býráð
Pauli Einarsson
Jens Johannesen
Sverre Midjord
Jaspur Vang
Marjun Olsen
Bergur Bærendsen