Borgarstjórin: Vit eru errin av Klaksvík

Henda norðoyastevnan verður tann fyrsta við nýggja borgarstjóranum Steinbirni Jacobsen við ketuni um hálsin. Borgarstjórin er vegna allar klaksvíkingar errin um at bjóða Klaksvíkina fram, nú tann fyrsta stevnan stendur fyri durum

 

? Norðoyastevnan er eitt gott og serstakt høvi hjá okkum norðoyingum at vísa okkara bý fram fyri øllum føroyingum. Tá so nógv fólk leggja leiðina hendavegin, er tað stuttligt hjá mær sum borgarstjóra at hava ein so livandi bý at vísa teimum mongu gestunum, sigur Steinbjørn Jacobsen.

Borgarstjórin vísir á, at býurin er í góðum blóma, og at hann tí hevur tað, sum krevst at hýsa eini stevnu.

Spentur um kappróðurin

Steinbjørn Jacobsen sigur, at hann er serliga spentur um kappróðurin í ár. Orsøkin er hon, at Klaksvíkar Róðrarfelag hevur fingið tríggjar nýggjar bátar til høldar. Tí eru útlitini góð hjá einari manning úr Klaksvík at vinna onkran róður í ár.

? Kappróðurin hevur verið á lágum blussi seinastu mongu árini, men nú tykist vend vera komin í. Tí er hesin ítrótturin aftur vorðin spennandi fyri klaksvíkingar. Eg fegnist um, at tríggir nýggir bátar eru at síggja á vágni, og eg rokni við, at onkur teirra fer at gera um seg, sigur Steinbjørn, ið vanliga hyggur eftir kappróðri úr stovuni norðuri á Kósini, har nógv fólk savnast, tá kappróður er á skránni.

Hann leggur afturat, at hann úr stovuvindeyganum sær manningarnar venja hvønn dag, og tað er hugaligt at hoyra rópini frá róðursmanninum. Eisini hevur hann lagt til merkis, hvussu hart tey hava vant.

Umframt kappróðurin fer borgarstjórin eisini til tær flestu framsýningarnar, sum eru á skránni. Fótbóltur er sum ein familjusjúka, og tí er hann til staðar, tá KÍ tekur ímóti EB/S treymi sunnudagin. Steinbjørn er eisini trúgvur gestur til øll møtini, sum eru á stevnuni.

Nógv fremmanda fólk

Steinbjørn hugsar ikki so nógv um, at hetta er hansara fyrsta Norðoyarstevna sum borgarstjóri, men hinvegin kennir hann eina ávísa ábyrgd fyri, at alt eydnast væl.

? Tað stuttliga við Norðoyastevnuni og øðrum stevnum við er at hitta fólk, tú ikki hevur sæð leingi, og eg gleði meg til at heilsa uppá fólk sum borgarstjóri, sigur Steinbjørn.

Hann heldur tað hinvegin vera harmiligt, at so nógv fólk kemur norður við Smyrli at hyggja eftir kappróðrinum, men tey flestu fara suðuraftur um kvøldið. Hann vísir á, at nógv annað áhugavert er at hyggja nærri at. Tað kennist tómligt, tá øll fara suðuraftur.

Steinbjørn er eisini keddur um, at so nógv drekkarí er á Norðoyastevnu og á øðrum stevnum. Hann vísir á, at stevnan fær ikki tann rætta dámin, tá so mong ganga í óviti.

Stillar ikki upp

Nú Steinbjørn er borgarstjóri, er tað næsta stigið væl Føroya løgting, men hann hevur ikki ætlanir um at stilla upp næsta vár.

? Ein borgarstjóri skal fyrst og fremst vera borgarstjóri. Tað starvið taki eg framum løgtingið. Tí fari eg ikki at stilla upp til valið, sum verður næsta vár. Eg fái kanska onkrar áheitanir, men eg ætli mær at nokta, sigur ein avgjørdur Steinbjørn.

Steinbjørn Jacobsen, ið hevur sitið sum borgarstjóri í fimm mánaðir, heldur seg hava fingið væl á skaftið hesa tíðina. Hann vísir á, at býurin er í blóma, og tá er tað hugaligari at standa á odda.

Hann vísir hinvegin á, at tað krevur stýring, tá nógvur peningur er um hendi, tí fleiri halda, at alt ber til.