Borgarstjórar undirskrivað sáttmála um stigabili 

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið skal hava nýggjan stigabil fyri 6,5 milliónir krónur.

Mánadagin hin 14. oktober undirskrivaðu Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sáttmála um keyp av einum nýggjum stigabili.

 

Bilurin er av slagnum Rosenbauer, og kostnaðurin fyri stigabilin er slakar 6,5 milliónir krónur, sum verður fíggjað yvir tvey fíggarár í mun til fólktalið í kommununum. Eftir ætlan verður bilurin avhendaður seint á heysti 2025.

 

Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin. Felagsskapurin varð stovnaður fyri 50 árum síðan - ella hin 4. september í 1974.

 

Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelmi M. Olsen sum varaleiðara.

 

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú umleið  7.200 í mun til umleið 4.400, tá felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki - heilt úr Eystnesi og norður til Funnings.

 

Í stýrinum fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir. Haraftrat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir.

 

- Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Tá fundir eru í SKS møtir eisini varatilbúgvingarleiðarin, vita kommunurnar við Skálafjørðin at siga í dag.