Borgarstjóri í barnsburðarfarloyvi

– Í samband við at Per Martin Gregersen, borgarstjóri, gjørdist pápi síðsta sunnudag, er hann í barnsburðarfarloyvi í nakrar vikur.

Magnus Skoralíð, virkandi borgarstjóri í Eysturkommunu, og Per Martin Gregerse, borgarstjóri í barnsburðarfarloyvi

Hesa tíðina er Magnus Skoralíð virkandi borgarstjóri í Eysturkommunu.

Soleiðis skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni í dag.

Per Martin Gregersen er 32 ára gamal, giftur við Ingu Beder úr Fuglafirði. Tey eiga frammanundan tveir synir, Signar og Jóhann. Nýggi alvin er ein dóttir.

Per Martin varð fyrstu ferð valdur í býráðið í Eysturkommunu á seinasta kommunvali 10. november í 2020, tá hann gjørdist fyrst valdur í býráðið við 122 atkvøðum og lista V, sum gjørdist størsti listi við seks av nnýggju býráðslimum.

Varaborgarstjórin, Magnus Skoralíð, varð næstvaldur við 118 atkvøðum.

##med2##

Býráðið í Eysturkommunu

 

Magnus Skoralíð, virkandi borgarstjóri í Eysturkommunu, og Per Martin Gregerse, borgarstjóri í barnsburðarfarloyvi