Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, fegnast um, at fiskiflotin aftur hevur eina landingarmiðstøð í økinum.
- Runavíkar kommuna og Runavíkar havn ætla at gera alt tað, sum skal til fyri at geva rúm fyri hesum nýggja møguleika, bæði á landi og á sjósíðuni.
Borgarstjórin vísir á, at tað ikki minst er umráðandi, at útróðrarbátarnir framhaldandi kunnu gerast ein partur av hesum virksemi.
- Í løtuni verður kannað, hvussu útróðrarbátar høgligast kunnu fáa veiðina upp á land, líkamikið nær á degi teir koma aftur av útróðri, sigur Tórbjørn Jacobsen.