Konsert við Disney-hittum á Summar Festivalinum

Føroyskir sangarar og tónleikarar tulka heimskend Disney hitt og klassikarar á Summar Festivalinum

Síðani 1937 hevur Disney framleitt filmar til børn og vaksin kring allan heimin, og klassikararnir eru óteljandi – Snjóhvíta, Tarzan, Pinocchio, Peter Pan, Lion King, Tarzan, Cars og nógvir aðrir. Í nógvum førum hevur Disney eisini skrivað og innspælt nýggjan tónleik til filmarnar, og nógvir av sangunum eru blivnir hitt og klassikarar.

Á Summar Festivalinum fara føroyskir sangarar og tónleikarar at tulka kendar Disney-sangir á familjukonsert á Vágsbø. Tey fara at framføra sangir úr filmum sum The Lion King, Tarzan, Zootropolis, The Jungle Book, Vaiana og Cars.

Konsertin við heitinum "Øll elska Disney" var fyrstu ferð hildin í fjør, og nú verður hon endurtikin við nýggjum sangarum og sangum.

Hetta verður konsert fyri alla familjuna við framúrskarandi Disney-sangum, sum fólk kring heimin hava tikið til sín.

Sangarar á konsertini vera Sophilia og Bjarki, sum eru kend úr sjónvarpsrøðini Hoydalar, og Laila Carlsen.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.