Reina provokatión!

Í dag hevur borgarastjórin í Havn aftur málað ælabogan á vegin. Hesa ferðina er tað mitt í Steinatúni, har fólk ganga, og bilar koyra dagliga.

Tað sær út sum, at LGBT+ Føroyar fær størri serstuðul frá borgarastjóranum enn aðrir felagsskapir. Eingin annar felagsskapur hevur enn fingið máling á almenna vegin. Eigur borgarastjórin ikki at umboða øll í kommununi? Ella kann man bara velja ein minniluta burturúr og stuðla teimum í høvd og reyv, meðan onnur ikki fáa somu uppmerksomheit?

Borgarastjórin sigur, at kommunan skal hava pláss fyri øllum, men tann boðskapurin kemur ikki til sjónar í málingini. At mála ælabogan á vegin handlar ikki um at fevna um øll, men heldur um, at LGBT+ fólk skulu kenna seg eyka hjartaliga vælkomin í Tórshavnar kommunu.

Hesin málningurin skapar bara øsing millum fólk og savnar okkum ikki. Hetta elvir bara til, at tað aftur kemur eldur í kjakinum um tey samkyndu, og eg haldi ikki, at hetta ger nakað gott fyri teimum yvirhøvur.

Ælabogin er ein áminning frá Gudi um, at hann ikki longur fer at senda vatnflóð yvir jørðina. Hann hevur einki við LGBT+ ella ymiskleika at gera. Har dumpar kommunan eisini, tí ælabogin í Steinatúni hevur bara 6 litir, hóast ein rættur ælabogi hevur 7 litir.

Latið vera við at provokera, og loyvið okkum heldur at savnast á ólavsøku undir okkara egna merki.