Borgarstjórin í Vestmanna ger lista til kommunuvalið

Men hon stillar ikki uppaftur. – Av persónligum ávum stilli eg ikki upp hesaferð.

– Eg kundi gott hugsað mær at verið partur av bygdarráðnum næstu fýra árini, tí hettar hevur verið ein ótrúliga mennandi og spennandi tíð - serliga hava tvey tey seinastu árini sum borgarstjóri verið sera lærurík, men av persónligum ávum stilli eg ikki upp hesaferð.

Soleiðis sigur Bjørg av Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna.

Tað hevur ljóðað, at tað er ringt at fáa fólk at stilla upp til kommunuvalið í Vestmanna, og at fá ella eingin av teimum, sum sita í bygarráðnum stilla uppaftur.

Í eini fráboðan á Facebook skrivar Bjørg á Rógvi:

»Í sambandi við bygdarráðsvalið sum verður týsdagin 12. november, leita vit eftir kvinnum og monnum sum hava huga at bjóða seg fram sum valevni.

Vit bæði, Páll Hellu, fart. 252054 og Bjørg á Ræogvi, fart. 770101, gera valevnislistar, og eru tit meira enn vælkomin at venda tykkum til annan okkara, um tit ynskja at stilla upp ella hava onkrar spurningar um valið. Haldið tykkum endiliga ikki aftur.

Valevnislistarnir skulu vera inni í seinasta lagi 22. oktober kl. 18«, skrivar hon.