Tað verður ikki á hesum sinni, at vit á fyrsta sinni fáa vitjan av einum bretskum forsætisráðharra.
Tað sigur Bárður Nielsen, løgmaður.
Hann hevur annars boðið Boris Johnsen til Føroya í sambandi við minningarhaldi, nú 75 ár eru liðin síðani seinni heimsbardagi endaði.
– Tað eydnaðist ikki, tíverri, at fáa hann hendanvegin. Hann var øgiliga positivur um at koma, og so spurdi hann nærri um dagfesting, men tá lá ikki fyri, sigur løgmaður.
– Tað hevði verið heilt ótrúliga stuttligt at fingið hann hendanvegin, sigur hann.
Spurdur um hann ikki kann bjóða bretska forsætisráðharranum hendanvegin til okkurt annað høvi, nú teir kennast og hava hitst í Downing Street nummar 10, svarar løgmaður, at tað kundi sjálvandi verið.
– Nú eru vit spennandi bæði í sambandi við fiskivinnuna og viðvíkjandi handilssáttmála – kanska serliga í sambandi við fiskivinnuna, sigur Bárður Nielsen, løgmaður.