Bót fyri misbrúk av tokuljósi

Løgreglan hevur gjørt ferðslukanningar um vikuskiftið

Løgreglan hevur seinastu dagarnar gjørt fleiri ferðslukanningar ymsastaðni kring landið.


Í Klaksvík steðgaði løgreglan í gjár tjúgu bilum, við tí úrsliti, at tveir bilførarar fingu bót fyri misbrúk av tokuljósi, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


- Tað eru serliga ung, ið halda tað er smart at koyra runt við tokuljósunum frá. Men um tað ikki er brúk fyri teimum, so er tað ikki lógligt.


Eisini í Havnini hevur løgreglan gjørt kanningar í samband við morgunferðsluna.


Í síðstu viku gjørdi løgreglan fleiri kanningar uttanfyri skúlarnar í høvuðsstaðnum, og aftur í morgun kannaði løgreglan, um foreldrini høvdu øll viðurskiftir í ordan.  


Í morgun steðgaði løgreglan bilar uttanfyri skúlan í Hoyvík, har tveir bilførarar fingu bót fyri ikki at hava koyrikort uppi á sær.