1. deild menn:
FS Vágar-B71 0-0 (0-0)
B71 gjørdist taparin av botndystinum og botnstríðnum, hóast liðið fekk javnleik í stóra dystinum móti FS Vágum.
Fyri sandingar var hetta heilt einfalt ikki nóg mikið, tí sandingar vóru undan dystinum, og eru nú eftir dystin, framvegis eitt stig aftanfyri vágamenn, sum tykjast hava klárað frísak.
Bæði vágamenn og sandingar útróptu undan dystinum uppgerðina sunnudagin fyri at verða avgerandi í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting, og hóast tað ikki enn kann staðfestast í hagtølunum, líkist B71 meiri enn nakrantíð einum niðurflytara.
Sandingar fóru í Vágarnar við málinum at vinna dystin móti FS Vágar. Vágamenn vildu eisini fegnir avgera botnstríðið við øllum trimum stigunum, men javnleikur var ikki vanlukkuligur fyri teir.
Og javnleikur var júst tað teir fingu.
Veðrið oyðilegði
spælið
Dysturin var javnur og tættur, og bæði liðini kundu havt fingið málið, sum avgjørdi dystin. Tað skuldi bara eitt mál til, men hvørki vertirnir, sum høvdu nakað fleiri kjansir, ella gestirnir kláraðu at skora, hóast bæði liðini komu heilt nær.
Veðrið setti sín dám á dystin, bæði við at snýta sandingar fyri ein av spælarunum, sum teir skuldu hava heim úr Danmark, og við at oyðileggja spælið í dystinum, serliga í seinna hálvleiki, tá vindurin vaks, og undirhaldsvirðið útilokandi var í sjálvum spenninginum, sum allatíðina var um úrslitið.
Ib Mohr Olsen skuldi koma úr Danmark at hjálpa B71 í týdningarmikla dystinum, men hóast hann royndi at koma til landið bæði fríggjadagin og leygardagin, eydnaðist tað ikki, og B71 mátti spæla uttan verjumannin. Tað eydnaðist hjá Rúna í Soylu at koma til landið við Atlantic fríggjakvøldið, men hann noyddist út við skaða longu í fyrra hálvleiki.
Albert Ari Thomassen var við hjá FS Vágum, og hann spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum.
Fleiri kjansir
Hóast veðrið gjørdist verri í seinna hálvleiki, høvdu liðini sínar góðu kjansir seinna umfar, og tað var nakrar ferðir nær við, at liðini fingu mál.
FS Vágar hevði bóltin meiri og í fyrra hálvleiki høvdu Bjarni Prior og Albert Ari Thomassen naskar royndir. B71 var allatíðina við í javna dystinum, men tað var ikki fyrrenn í seinna hálvleiki, at teir tvær ferðir vóru nær við at skora.
Besta kjansin hevði spælandi venjarin, Eli Hentze, tá hann slapp at renna einsamallur inn í brotsteigin hjá FS Vágum, verjumaður legði trýst á aftanífrá, og tá Eli smekkaði til, fekk Álvur Samuelsen hondina á og bjargaði. Eina aðru ferð oyðilegði vindurin góðan kjans, tá Eli Hentze skuldi spæla uppá tvørs til púra leysan álopsmann. Vindurin fór við bóltinum, og so spurdist einki burtur úr.
FS Vágar kom fleiri ferðir nær við at avgera dystin í seinna hálvleiki, og móti endanum sendi Torkil Nielsen bóltin á tvørstongina og út.
Gjøgnumbloyttu spælararnir, sum mundu viga nakað væl meiri, tá teir fóru av vøllinum enn tá teir fóru undir dystin, spældu í 90 minuttir uttan at fá nakað mál.
Hetta passaði FS Vágum væl betri enn sandingum, sum nú rættiliga mugu spýta í lógvarnar í seinastu royndini at tryggja sær pláss í 1. deild.